Hvussu nógv kostar tað at brúka Billett.fo
Billett.fo hevur einki grundgjald ella mánaðarligt gjald. Vit taka bert eitt avgreiðslugjald fyri hvørja selda billett.
Harumframt kemur eitt lítið kortgjald, sum keyparin rindar. Hetta er vanliga umleið 1 kr
fyri Visa/Dankort og nakað hægri fyri Mastercard.
Havi eg tørv á at rinda nakað frammanundan?
Nei.
Tú rindar einki frammanundan fyri at leggja eitt tiltak á Billett.fo. Kostnaður verður bert roknaður av seldum atgongumerkjum.
Hvussu stovni eg eitt tiltak?
Til at stovna eitt tiltak á Billett.fo hava vit tørv á hesum upplýsingum:
Send upplýsingarnar til okkara á billett@billett.fo, og vit seta tiltakið upp fyri teg.
Tú kan eisini stovna fyriskipara við at klikka á her og fara í gongd.
Ber til at hava forsølu?
Ja.
Billett.fo stuðlar forsølu, soleiðis at tit kunnu hava ymisk sølustig ella byrja søluna áðrenn almenna sølan verður latin upp.
Fái eg atgongd at fylgja søluni?
Ja.
Tit fáa ein brúkara til Billett.fo, har tit kunnu fylgja søluni beinleiðis. Har síggja tit millum annað:
Tal av seldum billettum
Inntøku
Luttakaralistar
Tíni tiltøk
Avrokningar, og mangt annað
Hava tit eina app til at skanna billettir?
Ja.
Vit bjóða eina ókeypis billettskannara-app, sum kann brúkast við dyrnar til at skanna QR-kodur á billettum.
Kann eg fáa ein duralista í staðin fyri at brúka app?
Ja.
Um tit ikki ynskja at brúka skannara-appina, ber til at taka niður ein luttakara ella duralista frá skipanini.
Hvat sær man inni í skipanini?
Inni í skipanini kunnu tit:
Undir Tiltøk síggja tit øll tykkara tiltøk.
Undir Avrokning síggja tit allar avrokningar og útgjaldingar.
Stuðlar Billett.fo rabattkodum?
Ja.
Tit kunnu fáa sett rabattkodur upp, soleiðis at útvaldir brúkarar fáa avsláttur ella ókeypis atgongd eftir tørvi.
Nær fái eg útgoldi peningin fyri søluna?
Vanliga verður avroknað, tá tiltakið er liðugt, og peningurin verður síðani fluttur til fyriskiparan.
Í summum førum kunnu serligar avtalu verða gjørdar, um tørvur er á at fáa útgjalding áðrenn tiltakið er komið at enda.
Kann eg fylgja við søluni?
Ja
Tá tú hevur innritað teg á Billett.fo, sært tú søluna. Hetta gevur tær fult yvirlit yvir, hvussu nógv atgongumerki eru seld, og hvussu nógv eru eftir.
Er Billett.fo bert til stór tiltøk?
Nei.
Billett.fo kann brúkast bæði til smá og stór tiltøk, so sum:
Skipanin hóskar til bæði einstaklingar, feløg, felagsskapir og fyritøkur.
Um tygum hava trupulleikar av, at síðurnar ikki koma rætt fram ella at feilur kemur í, setið tygum í samband við okkum.
Allir fyrispurningar kunnu rættast til:
T-post: billett@billett.fo
Tað er skjótt, lætt og trygt at keypa billettir online við Billett.fo.
Tú sleppur at keypa tínar billettir nær sum helst og hvar sum helst, heilt ómakaleyst.
Hvar tú enn ert staddur ber til at keypa á Billett.fo allar tíðir av degnum.
T-post: billett@billett.fo